Innanlands

Tróndur í Gøtu av landinum fyri seinastu ferð

Tróndur í Gøtu hevur sett kós móti Skagen, har skipið skal landa seinastu lastina undir føroyskum flaggi

Tróndur í Gøtu er seldur til Noregs (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Tróndur í Gøtu er seldur til Noregs (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2024-04-23 19:57 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tróndur í Gøtu hevur sett kós móti Skagen, har skipið skal landa seinastu lastina undir føroyskum flaggi.

Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu, sum Varðin læt byggja í 2010, er selt til norska reiðaríið K Halstensen.

Sølusáttmálin fyri Trónd í Gøtu kom uppá pláss 14. februar, og prísurin er ikki upplýstur, tó hevur ljóðað at skipið er selt fyri umleið 200 milliónur krónur í okkara peningi, tó hava eigararnir ikki vátta hetta talið.

Tróndur í Gøtu skal nú í dokk í Skagen tá ið skipið hevur landað, og har skulu nýggju eigararnir kanna botnin og annað á skipinum áðrenn endaliga yvirtøkan verður av Trónda í Gøtu, sigur Dávid Jacobsen, nevndarformaður í Varðanum.

David Jaceobsen leggur tó aftrat, at einki er liðugt fyrr enn alt er liðugt, og tí er ringt at seta neyvt dato á júst nær nýggju eigararnir yvirtaka skipið.

Gitt verður at Tróndur í Gøtu fær navnið Gardar, og verður málaður grønur nú tá ið nýggju eigararnir yvirtaka skipið.

Spurdur um Varðin er farin í gongd við at projektera ein nýggjan Trónd í Gøtu svarar nevndarformaðurin, at so langt er reiðaríið als ikki komið enn, og at nú er verður hugsað serliga nógv um at fáa nýggja Finn Fríða lidnan, sum skal koma í føroyska flotan í mai/juni. 

Les eisini: Finnur Fríði á royndartúri


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder