2024-03-02 08:54
Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu kom beint áðrenn vikuskiftið inn við 2.350 tonsum av svartkjafti, sum skuldi landast til Havsbrún.
Teir hava fiskað svartkjaft í altjóða sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður.
Tróndur í Gøtu fór aftur til fiskiskap eftir svartkjafti í altjóða sjógvi, tá ið liðugt var at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald