2018-12-12 12:17
Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu kom á Fuglafjørð í nátt, har teir skulu landa.
Tróndur í Gøtu hevur verið á makrelveiðu í ES sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Teir hava 800 tons av makreli við til lands, og upplýst verður at talan er um góða stødd- umleið 400 gramm í miðal.
Tá ið Tróndur í Gøtu hevur landað, fara teir aftur á makrelveiðu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald