2021-05-14 15:32
Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu kom í morgun á Fuglafjørð, har teir skulu landa.
Tróndur í Gøtu hevur verið á svartkjaftaveiðu sunnanfyri í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Tróndur í Gøtu landar umleið 1500 tons til Havsbrún, har svartkjafturin verður framleiddur til mjøl og lýsi, og síðan til fóður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald