Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu, sum Varðin læt byggja í 2010, er selt til norska reiðaríið K Halstensen.
Skipið verður latið til Noregs í mai, og tað verður núverandi Finnur Fríði, sum skal fiska kvoturnar hjá Tróndi í Gøtu, upplýsir Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum.
Varðin byggir annars nýtt skip fyri Finn Fríða á Karstensens skipasmiðjuni í Skagen, og eftir ætlan kemur nýbygningurin til Føroya í mai.
Sølusáttmálin fyri Trónd í Gøtu kom uppá pláss í gjár, og prísurin er ikki upplýstur.
Ætlanin er at fara í holt við at projektera nýggjan Trónd í Gøtu.
Nýggi Finnur Fríði kemur til Føroya í mai (Mynd: Kiran Jóanesarson)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald