Innanlands

Tróndur í Gøtu siglir inn at landa

Tróndur í Gøtu siglir inn við 1.000 tonsum av svartkjafti

Tróndur í Gøtu (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Tróndur í Gøtu (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2025-02-21 07:58 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu er ávegis á Fuglafjørð, har skipið skal landa svartkjaft.

Tróndur í Gøtu hevur verið á svartkjaftaviðu í altjóða sjógvi vestanfyri Írland, men fiskiskapurin heuvr verið smáligur.

Seinastu dagarnar hevur veðrið ikki verið nakað serligt, og tað hevur darvað fiskiskapin.

Tróndur í Gøtu verður á Fuglafirði í kvøld, har skipið skal landa til Havsbrún.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder