Innanlands

Tróndur í Gøtu skal landa á Tvøroyri

Tróndur í Gøtu hevur umleið 200 tons av makreli

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-06-21 22:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu er ávegis á Tvøroyri, har teir skulu landa.

Tróndur í Gøtu hevur verið á makrelveiðu norðanfyri í altjóða sjógvi norðanfyri Føroyar.

Fiskiskapurin hevur verið smáligur, og hava teir einans umleið 200 tons av makreli.

Veiðan skal landast á Tvøroyri, har makrelurin verður landaður til matna.

Tá ið Tróndur í Gøtu hevur landað, fara teir helst aftur á makrelveiðu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder