Innanlands

Trý nýggj skip í ger til Hetlands

Uppsjóvarflotin í grannatjóðini verður endurnýggjaður við stórum flottum togarum

Soleiðis sær nýggi Zephyr út (Tilgjørd mynd: Larsnes Mek. Verksted)

Soleiðis sær nýggi Zephyr út (Tilgjørd mynd: Larsnes Mek. Verksted)

2019-06-21 18:09 Author image
Ingi Samuelsen

Uppsjóvarvinnan í Hetlandi sær fram til at fáa heili tríggjar nýggjar trolarar í flotan í ár, skrivar netmiðilin Shetnews.

Fyrsti er trolarin ’Adenia’, sum verður bygdur á sponsku skipasmiðjuni Astilleros Zamakona nærhendis Bilbao, og væntandi verður latin eigarunum í august.

Tað er felagið Adenia Fishing Company, sum letur skipið byggja. Salt Ship Design í Noregi hevur sniðgivið. Skipið verður 69,9 metrar langt og tangakapasiteturin er 2.200 rúmmetrar.

Mánaðin eftir kemur nýggi ’Zephyr’ til Hetlands. Hesin er 75,4 metrar langur og 15 metrar breiður, og verður bygdur á Larsnes Mek. Verksted í Noregi fyri Zephyr Fishing Company Ltd.

Skipsteknisk AS í Noregi hevur sniðgivið og skrokkurin varð smíðaður í Polandi áðrenn hann varð sleipaður til Noregs at gerast liðugur.

Triðja skipið er ’Charisma’, sum væntandi verður latið eigarunum í november.

Charisma verður bygt á Karstensens skipasmiðjuni í Skagen fyri Charisma Fishing Company. Hetta skipið er 75 metrar langt og 15,3 metrar breitt, og er sniðgivið hjá Karstensen.

Í fjør komu tveir stásiligir uppsjóvartogarar í hetlendska flotan, ’Serene’ og ’Research’.