Trý skip landað til Varðan Pelagic

Talan er um Jupiter, Tummas T og Gitte Henning 1

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2019-12-16 19:23 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipini hava fiskað bæði svartkjaft og makrel.

Jupiter var fyrstur við 450 tonsum av svartkjafti, sum teir hava fiskað eystanfyri. Aftaná átti Tummas T tørn, sum hevði verið á makrelveiðu.

Tummas T landaði umelið 350 tons, og aftaná landaði Gitte Henning 1 góð 400 tons av makreli.

Skipini hava havt góðan fiskiskap, og fóru øll aftur til fiskiskap tá ið liðugt varð at landa. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder