2020-08-09 18:05
Garnaskipið Túgvusteinur, sum reiðaríið Thor í Hósvík eigur, hevur seinasta mánaðin verið í Skagen, har skipið er sandblást innan og uttan.
Skipið hevur nú fingið nýggja litin hjá reiðaríinum, og riggað verður nú til at fara á garnaveiðu undir Føroyum.
Eftir ætlan verður loyst seinnapartin av komandi viku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald