Innanlands

Túgvusteinur og Sandshavið landaðu í Havn í gjár

Túgvusteinur hevði 33.000 pund, meðan Sandshavið hevði 50.000 pund

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2021-03-05 07:23 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Garnaskipið Túgvusteinur landaði í gjár 33.000 pund av havtasku.

Túgvusteinur hevur verið til fiskiskap sunnanfyri hendan túrin, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Veiðan varð landað til Barðið í Havn.

Línuskipið Sandshavið landaði eisini í Havn í gjár.

Sandshavið hevði 50.000, har meginparturin av veiðuni var toskur. Eisini var nakað av hýsu, brosmu og longu.

Sandshavið hevur fiskað eystanfyri hendan túrin. 

[object Object]Sandshavið (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder