2020-07-09 06:56
Garnaskipið Túgvusteinur fer av Havnini í kvøld, og kósin verður sett móti Skagen, har skipið skal sandblásast og málast.
Arbeiðið skal gerast í Skagen, har hitt garnaskipið hjá reiðarínum, Thor í Hósvík, eisini fekk sama umgang í fjør.
- Túgvusteinur fer av Havnini klokkan 21 í kvøld, og vónandi verður skipið aftur í Føroyum 1. august, sigur Hans Andrias Kelduberg, reiðarið.
Túgvusteinur skal sandblásast innan og uttan, og fær sama lit, sum Thor fekk fyri einum ári síðan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald