Innanlands

Tummas T komin inn við 1100 tonsum

Tummas T hevur verið á sildaveiðu hendan túrin

2018-11-05 12:15 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Tummas T kom inn í gjár við 1100 tonsum av sild.

Ein partur av veiðuni varð landaður í Kollafirði, og síðan koyrdur til Vestmanna Seafood, har sildin skuldi virkast.

Síðan silgdu teir á Tvøroyri, har restin av veiðini skuldi landast.

Tummas T hevur verið á sildaveiðu í altjóða sjógvi hendan túrin, og fiskiskapurin hevur verið góður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder