Innanlands

Tummas T landað makrel á Tvøroyri

Uppsjóvarskipið Tummas T slapp framat at landa í gjár

Tummas T kom í gjár á Tvøroyri at landa (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Tummas T kom í gjár á Tvøroyri at landa (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2019-09-17 14:10 Author image
Kiran Jóanesarson

Tummas T, sum hevur fiskað makrel norðanfyri Føroyar, kom á Tvøroyri seinnapartin í gjár har teir skuldu landa makrel.

Teir sluppu ikki framat beinanvegin tá teir komu av fiskileið, so teir fóru á Kollafjørð at bíða eftir landingartørni áðrenn farið varð til Tvøroyrar.

Upplýst verður, at Tummas T hevði 450 tons av makreli, sum skuldu landast til Varðan Pelagic.

Aftaná Tummas T, byrjaði Jupiter at landa 600 tons av sild til Varðan Pelagic.

 

placeholder
placeholder