2019-05-15 22:54
Grønlendska uppsjóvarskipið Tasilaq landar í dag í Fuglafirði.
Tasilaq, sum hevur verið á svartkjaftaveiðu, hevur umleið 700 tons, sum teir landa til Havsbrún.
Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til fiskamjøl og lýsi, og síðan víðari virkaður til fóður.
Tasilaq slapp framat at landa aftaná at Høgaberg hevði landað 2000 tons av svartkjafti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald