Innanlands

Túrurin er brúkiligur hóast hann var í longra lagið

Norðingur landaði í vikuni 1900 tons til Havsbrún. Teir bóru burtur í 10 dagar

Feðgarnir, maskinmaðurin, Páll Róland Petersen og skiparin, Lion Petersen (Mynd: Sjómansmissiónin)

Feðgarnir, maskinmaðurin, Páll Róland Petersen og skiparin, Lion Petersen (Mynd: Sjómansmissiónin)

2024-06-29 11:33 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Eg haldi útlitini fyri svartkjaftaveiðuna eru góð, tí tað er nógvur svartkjaftur at síggja. Hvussu tað verður við makreli og sild, veit eg ikki. Tað er nógv lív í sjónum, tí vit síggja javnan hval, súlu og svartfugl, so tað er hugaligt, sigur Lion.

Í gjár landaði Norðingur 1900 tons av svartkjafti til Havsbrún í Fuglafirði. Teir hava verið burturi í 10 dagar og hava 1900 tons. Teir hava roynt í Føroyskum øki, í ein landnyrðing úr Fugloynni.

- Fiskiskapurin var brúkiligur, og harvið túrurin, hóast hann er í longra lagið. Meginparturin av svartkjafturin stóð uppi á 60 metrum. Tað er ovarlaga, og tá nýta vit eitt segl í yvirnetinum, sum heldur trolinum uppi í sjónum. Tað sigur skiparin á Norðingi, Lion Petersen.

- Árið er gott hiðartil, so vit kunnu ikki annað enn lata væl at. Vit fiska mest svartkjaft, og tað hevur verið góður fiskiskapur í ár. Tað fegnast vit um og eru takksamir fyri, sigur hann.

- Reiðaríið eigur nokkso stóra svartkjaftakvotu. Tí fiska vit og Borgarin nú, meðan øll hinum pelagisku skipini liggja. Tveir russarar royndu eisini eftir svartkjafti har á leiðini, sigur Lion.

- Vit koma óivað at gera einar tveir túrar afturat eftir svartkjafti. So verður tað makrelur og sild og so svartkjaftur aftur síðst á árinum, um árið háttar sær, sum hini árini, sigur hann.

- Eg haldi útlitini fyri svartkjaftaveiðuna eru góð, tí tað er nógvur svartkjaftur at síggja. Hvussu tað verður við makreli og sild, veit eg ikki, men tað fáa vit at síggja til tað tíð. Tað er nógv lív í sjónum, tí vit síggja javnan hval, súlu og svartfugl og tað er hugaligt, sigur Lion.

24 mans hoyra til skipið og tað er dupult manning. Menninir býta dagarnar ímillum sín, so tá árið er liðugt, hava allir áleið somu dagar umborð. Tað er ein góð skipan sum menninir fegnast um.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð. Høvi var bæði til prát, drekkamunn, Guds orð og bøn.

Føroyska Sjómansmissiónin ynskir teimum og sjófólkinum annars Guds signing og varðveitslu.

[object Object](Mynd: Sjómansmissiónin)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder