- Tað var gott, at túrurin eydnaðist, tí tað tekur fýra samdøgur at sigla til Eysturgrønlands og tað sama heimaftur. Vit hava umleið 230-túsund pund, ella góð 110 tons, á 10 setum, so tað var góður fiskiskapur.
Tað sigur Hans Petur Samuelsen, skipari á ísfiskalínuskipinum Váðasteini.
- Ávegis til Grønlands, vóru vit inni í Íslandi eftir agni, tí einki agn var at fáa her. Vit royndu naka sunnanfyri frystilínuskipini, men síðsta dagin royndu vit saman við teimum. Nærum øll veiðan er toskur og so eru nakrar fáa brosmur eisini, sigur hann.
- Eg haldi, tað sær dámligt út við toskaveiðuni í Eysturgrønlandi, tí tað var meiri toskur at fáa í ár enn undanfarnu árini. Vit hava tó upplivað fyrr, at fiskiskapurin kann venda sera skjótt. So vónandi heldur hann sær nakað afturat- sigur Hans Petur.
Hann veit ikki um teir fara aftur til Eysturgrønlands nú.
Váðasteinur kom á Toftir seinnapartin og tveir av eigarunum, Niklas Davidsen og Jógvan Ingvard Olsen, tóku spentir ímóti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald