Í gjár kom línuskipið Eivind á Kollafjørð, har teir skulu landa.
Eivind byrjaði túrin undir Íslandi, og kom síðan í føroyskan sjógv at fiska, og hava teir umleið 190 tons av toski, sum teir landa í Kollafirði.
Litavska skipið Nida kom eisini á Kollafjørð fyrrapartin í gjár, har teir skulu landa umleið 300 tons av kongafiski, sum teir hava fiskað í altjóða sjógvi.
Hetta er eitt skip, sum landar nakrar fáar lastir í Kollafirði um árið.
Annars verður sagt, at nøkur frystilínuskip hava boðað frá landing í komandi viku.
Fiskiskapurin undir Føroyum er smáligur í løtuni, og hetta er eisini galdandi hjá uppsjóvarskipunum, sum fiska svartkjaft í løtuni.
Nida - Savnsmynd (Kiran Jóanesarson)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald