Innanlands

Tvey nýggj skip í 2022

Nýggjur Gadus og nýggjur Akraberg

Nýggi Gadus (Mynd: JFK)

Nýggi Gadus (Mynd: JFK)

2020-03-25 20:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tvey nýggj skip stevna á føroyska havn á sumrið 2022. Tað er greitt eftir, at enn eitt reiðarí hevur boðað frá, at tað keypir nýtt skip fyri gamalt.

Reiðaríið Framherji í Fuglafirði segði í dag við millum annað jn.fo, at tey í gjárkvøldið skrivaðu undir sáttmála við skipasmiðju í Brattvåg í Noreg um at byggja nýggjan trolara fyri Akraberg.

Nýggi Akraberg verður 84 metrar langur, og 17 metrar breiður. Núverandi Akraberg er bygdur í 1994, og er 85 metrar langur.

Kostnaðurin verður góðar 300 milliónir krónur, og Akraberg verður latin  í juni 2022.

Hin nýbygningurin sum føroyingar hava bílagt er nýggjur Gadus, sum JFK letur byggja. Hanus Hansen, reiðari, kunngjørdi á kjakfundi á Torradøgunum í februar, at reiðariíið hevði undirskrivað sáttmála um nýbygning.

Nýggi Gadus skal byggjast í Turkalandi og skal eftir ætlan stevna á Klaksvík fyri fyrstu ferð á Sjómannadegnum í 2022.

Flakatrolarin fer at kosta 400 miliónir krónur.

Seinast eitt føroyskt reiðarí bygdi nýtt skip var í 2010, tá Varðin í Gøtu fekk núverandi Trónda í Gøtu handaðan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder