Innanlands

Tvey skip á svartkjaftaveiðu

Tvey uppsjóvarskip eru til fiskiskap meðan hini liggja

Birita (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Birita (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2024-12-29 19:36 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tað eru einans tvey uppsjóvarskip til fiskiskap í løtuni, hini liggja øll við bryggju kring landið.

Uppsjóvarskipini Birita og Tróndur í Gøtu eru á svartkjaftaveiðu sunnanfyri í føroyskum sjógvi.

Tróndur í Gøtu hevur júst landað sild á Tvøroyri, og fór síðani beint á svartkjaftaveiðu.

Birita hevur seinastu dagarnar ligið við bryggju í Havn, men fór á svartkjaftaveiðu eftir jól.

Sum skilst, so er fiskiskapurin heldur smáligur eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder