2021-07-01 06:56
Uppsjóvarskipini Tróndur í Gøtu og Tummas T komu í gjár á Tvøroyri, har tey skulu landa.
Tróndur í Gøtu var fyrst inni, og hava teir fiskað 550 tons av makreli. Tummas T hevur eitt vet minni - 400 tons av makreli
Bæði skipini hava fiskað makrel norðan fyri føroyar, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Makrelurin verður landaður til Varðan Pelagic, og skipini fara aftur á makrelveiðu tá ið liðugt er at landa.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald