2025-11-08 08:56
Kappin hevur í løtuni kós móti Skagen, har umfatandi viðlíkahald skal gerast við skipið.
- Vit skulu skifta høvðusmotorin umframt báðar ljósmotorarnar, sigur Hans Andrias Kelduberg, reiðari.
Reiðarin leggur aftrat, at eisini skulu girini yvirhálast, og at skipið skal uppá beding og klassast.
Arbeiðið byrjar mánadagin, og Kappin verður eftir ætlan klárur at fara aftur til fiskiskap fyrst í komandi ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald