Innanlands

Ungir og spentir vinmenn

- Vit eru tríggir vinmenn sum hava fylgst nógv gjøgnum árini og nú fara vit allir við Dýrindali

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2020-07-11 17:24 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

-Eg havi verið nakrar túrar á landleiðini sum dekkari og stýrimaður, men hetta er mín fyrsti túrur sum skipari. Eg eri sera spentur og ynski at gera mítt besta, men hvussu langt tað røkkur veit eg ikki enn,- Tað sigur 22 ára gamli Jákup Eysturdal, skipari á trolbátinum Dýrindali.

- Vit eru tríggir vinmenn sum hava fylgst nógv gjøgnum árini og nú fara vit allir við Dýrindali.

Eg og javnaldurin Andrias Steinberg, sum verður stýrimaður hendan túrin, fingu skiparapapírini í summar. Pól Eyðfinn Poulsen, sum er 20 ára gamal, er nýliga avlærdur sum maskinsmiðjur og verður maskinmaður. Fjórði maðurin er ein “gamal” maður, segði Jákup skemtandi.

- Trolbátarnir kunnu royna á landleiðini til komandi hósdag, tá steðgur verður í 14 dagar. Tí vóni eg at vit fáa ein túr til tað tíð. Fiskiskapurin hjá trolbátunum hevur verið brúkiligur, men prísurin er einki at reypa av, hóast hann er batnandi, sigur Jákup.

Áðrenn teir loystu frá bryggju í morgun, vitjaði sjómanstrúboðarin umborð og hevði andakt.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder