2019-07-22 13:13

Fiskimálaráðið boðar frá, at uppboðssøla av veiðirættindum verður í september 2019.
Upplýsingar um sølurnar síggjast í talvuni niðanfyri:
Dagur | Dagfesting | Klokka | Fiskaslag | Nøgd |
Týsdagur | 3. september 2019 | 12.00 | Svartkjaftur | 2.450 tons |
Mikudagur | 4. september 2019 | 12.00 | Norðhavssild | 3.313 tons |
Dagfesting og klokka merkir seinasta freist at lata boð inn.
Uppboðssølan er afturlatin uppboðssøla.
Vørn er uppboðssøluhaldari. Nærri upplýsing og vegleiðing í sambandi við einstøku sølurnar fáast frá Vørn www.vorn.fo.
Hesar sølur fevna um 1 ára rættindi fyri 2019.
Kunngerðir, um at bjóða út rættindi á uppboðssølu í 2019, síggjast á www.logir.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald