2022-10-12 07:05
Uppsjóvarskipið Gøtunes kom í gjár á Runavík eftir at skipið hevði leitað eftir sild í íslendskum sjógvi.
Tað var tó lítið og einki av sild at finna, og tí kom Gøtunes inn á Runavík. Seinni fór Tróndur í Gøtu av Runavík, og setti kós eystureftir, har fleiri skip eru farin at leita.
Seinastu tíðina hava uppsjóvarskipini fiskað makrel í norskum sjógvi, men hendan kvotan er nú fiskað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald