Uppsjóvarskipið Fagraberg fór aftur á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi í dag.
Seinastu vikurnar hava føroysku uppsjóvarskipini ligið við bryggju ymsastanðis kring landi.
Fleiri hava ligið á Havnini, har ymiskt viðlíkahald er gjørt, okkurt hevur ligið á Runavík, á Skála og á Ánunum.
Í dag fóru Christian í Grótinum og Fagraberg á feltið eystanfyri, og Norðingur er á feltinum sunnanfyri, har skipið hevur verið til fiskiskap seinastu dagarnar.
Finnur Fríði fer aftur til fiskiskap í morgin, og Tróndur í Gøtu, sum hevur ligið á Havnini seinastu vikurnar, fer eisini aftur til fiskiskap ein av komandi døgunum.
Svartkjafturin skal allur landast í Føroyum, tó kunnu undantøk verða givin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald