
Svartkjaftatíðin er við at vera av á hesum sinni, tó er eitt skip eftir, sum roynir eftir svartkjafti.
Næraberg fiska norðanfyri Føroyar, men fiskiskapurin er smáligur. Øll hini skipini liggja inni, og bíða ella fyrireika seg til makrelfiskiskapin í august.
Á Skála liggja skipini Gøtunes, Finnur Fríði, Borgarin, og Høgaberg. Skipini skulu øll gera ymiskt viðlíkahalds arbeiði sum eitt nú mála botn og annað.
Jupiter kom í gjár á Hulk, har teir skulu bíða til makrelfiskiskapurin byrjar, og í Hvalvík liggur Hoyvík.
Fagraberg liggur í Fuglafirði, og Christian í Grótinum liggur í Klaksvík, meðan Norðborg bíðar eftir deilum til motorin í ánunum.
Í Havn eru eisini fleiri uppsjóvarskip, sum skulu gera ymiskt viðlíkahald, og eru tey Katrin Jóhanna, Norðingur, Arctic Voyager og Fram.
Fiskiskapurin eftir makreli byrjar at taka seg upp um hálvan august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald