Innanlands

Fyrireika seg til svartkjaftin í føroyskum sjógvi

Okkurt uppsjóvarskip er í dokk, meðan summi landa uttanlands og summi liggja við kai til svartkjafturin kemur í føroyskan sjógv

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

Savnsmynd (Mynd: Kiran Jóanesarson)

2020-04-02 06:37 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Føroysku uppsjóvarskipini rigga seg til at fara á svartkjaftaveiðu í føroyskum sjógvi.

Uppsjóvarskipini Christian í Grótinum, Jupiter og Fagraberg skulu øll landa svartkjaft í Danmark.

Christian í Grótinum fer til Hanstolm, Fagraberg landar í Skagen, og Jupiter í Thyborøn

Christian í Grótinum skal landa 2300 tons av svartkjafti í Hanstolm, meðan óvist er hvat Fagraberg hevur. Tá ið Fagraberg hevur landað, skulu teir í dokk.

Jupiter, sum skal landa svartkjaft í Thyborøn, hevur 1800 tons, sum teir hava fiskað í ES sjógvi. Upplýst verður, at fiskiskapurin hevur verið hampiligur, og at kvotan nú er fiskað. Prísurin, sum skipini fáa í Danmark er 2,25 krónur.

Tá ið teir hava landað, koma teir í føroyskan sjógv at fiska.

Norðborg er í dokk á Skála, har teir gera seg klárar til fiskiskapin í føroyskum sjógvi, og vænta teir at verða klárir til fiskiskap eftir páskir.

Høgaberg liggur í Fuglafirði saman við Arctic Voyager, har teir eisini bíða til fiskiskapurin tekur seg upp í føroyskum sjógvi. Hoyvík liggur í Vestmanna, meðan Katrin Jóhanna liggur á Miðvági.

Borgarin liggur í Klaksvík, og Norðingur liggur í Ánunum.

Gitte Henning 1 liggur á Runavík, og Finnur Fríði hevur júst landað 2300 tons av svartkjafti í Íslandi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder