Seinastu dagarnar hevur makrelfiskiskapurin í føroyskum sjógvi verið munandi betri enn seinastu tíðina.
Norðingur kom í gjár á Kollafjørð við 1200 tonsum av makreli, sum skal landast til Faroe Pelagic. Makrelurin er fiskaður eystur úr Føroyum, og fiskiskapurin hevur verið góður.
Fagraberg úr Fuglafirði, landaði á Kollafirði, tá ið Norðingur kom til lands. Fagraberg hevur eisini fiskað eytur úr Føroyum, og hevði umleið 1800 tons av makreli, sum bleiv landaður til Faroe Pelagic. Fagraberg var á feltinum líka yvir eitt samdøgur.
Fríggjadagin landaði Jupiter eina eitt sindur minni last, tá ið skipið landaði umleið 350 tons av makreli til Faroe Pelagic.
Skipini fara aftur til fiskiskap tá ið veðrið er batnað.
Fagraberg (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Jupiter (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald