Innanlands

Uppskot til kunngerð um vinnuligar royndir og verkætlanir sent til hoyringar

Uppskotið til kunngerð fyri 2021 ásetur, at møguligt verður at søkja um kvotu til trý ymisk endamál, ávikavist til vinnuligar royndir og verkætlanir, í sambandi við ítøkiligt skipakeyp og sum ískoytiskvotu til verandi skiparakstur

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-05-23 10:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í § 49 í sjófeingislógini er ásett, hvussu kvotur til vinnuligar royndir og verkætlanir verða lætnar. Samanborið við 2020 er ein áseting komin inn afturat, har landsstýrismaðurin hevur fingið heimild eisini at luta út kvotur til verkætlanir, ið snúgva seg um ítøkilig skipakeyp.

Sostatt ásetir uppskotið til kunngerð fyri 2021, at møguligt verður at søkja um kvotu til trý ymisk endamál, ávikavist til vinnuligar royndir og verkætlanir í sambandi við ítøkiligt skipakeyp og sum ískoytiskvotu til verandi skiparakstur.

Ein annar munur er, at í 2021 verður møguligt at søkja um kvotu av svartkjafti, bæði til vinnuligar royndir og sum ískoytiskvota til verandi skiparakstur.

Fyrivarni verður tikið fyri, at kvoturnar av makreli, norðhavssild og svartkjafti fyri 2021 eru ikki ásettar enn, og tískil eru hesi tonsatøl ikki endalig.

Uppskotið til kunngerð liggur á her undir "Uppskot til ummælis". Ummælisfreistin er sett til kl. 12 4. juni 2021.

Tá kunngerðin er lýst og komin í gildi, verður møguligt at søkja um kvotu á serligum oyðublaði á www.fisk.fo.

Fiskimálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder