Á uppsjóvarvirkinum Pelagos í Fuglafirði hava tey úr at gera, nú skipini aftur hava rakt við sild.
Tað eru einans nakrar fáar vikur síðan at skipini komu inn vegna fiskaloysi, men skjótt gekk hinvegin.
Í vikuni kom Arctic Voyager inn av sildafeltinum, teir høvdu yvir 1000 tons við til lands, men landaðu bæði í Vestmanna og í Miðvági áðrenn teir komu á Fuglafjørð, har teir skuldu landa 850 tons.
Aftaná Arctic Voyager, byrjaði Jupiter at landa.
Arctic Voyager (Mynd: Sverri Egholm)
Jupiter hevði 950 tons av sild, sum teir somuleiðis hava fiskað undir Íslandi.
Teir verða lidnir at landa í kvøld, og so sleppur Høgaberg framat at landa 1050 tons.
Talan er um góða stødd skipini fáa undir Íslandi. Sildin liggur omanfyri 400 gramm í miðal.
Høgaberg (Mynd: Sverri Egholm)
Jupiter (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald