Úr at gera við landingum í Kollafirði

Í Kollafirði er nógvur fiskur farin um bryggjukantin seinastu dagarnar

Mynd: Kiran Jóanesarson

Mynd: Kiran Jóanesarson

2020-07-31 08:15 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Seinastu dagarnar hava fleiri skip landað veiðuna í Kollafirði.

Línuskipið Eivind hevur landað 200 tons av frystum fiski, har meginparturin av veiðuni er toskur. Teir hava fiskað undir Íslandi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Grønlendski trolarin Svend C kom mikudagin á Kollafjørð, har teir skuldu landa.

Teir hava fiskað makrel í altjóða sjógvi, og høvdu umleið 1000 tons av makreli við til lands.

Teir vóru lidnir at landa seinnapartin í gjár, og komu Havnina tá ið liðugt var at landa, áðrenn teir fóru aftur til fiskiskap.

[object Object]Svend C. Mynd: Kiran Jóanesarson

Ein annar grønlendskur trolari Polar Princess kom á Kollafjørð fyrr í vikuni, og høvdu teir eisini umleið 1000 tons av makreli, sum teir somuleiðis høvdu fiskað í altjóða sjógvi.

Tá ið teir hava landað, verður farið aftur á makrelveiðu í altjóða sjógvi.

[object Object]Polar Princess. Mynd: Kiran Jóanesarson

Partrolararnir Polarhav og Stjørnan landaðu í gjár umleið 200 tons av gulllaksi, sum teir hava fiskað í føroyskum sjógvi.

Teir landaðu veiðuna til Faroe Pelagic, og fóru aftur til fiskiskap í gjárkvøldið, og fór parið aftur á gulllaksaveiðu undir Føroyum.

[object Object]Polarhav og Stjørnan. Mynd: Kiran Jóanesarson

Umframt hesi fimm fiskiskipini, sum hava landað stórar nøgdir í Kollafirði seinastu dagarnar, lá eisini Tummas T, sum bíðar eftir at makrelfiskiskapurin tekur seg upp um miðan august, á Kollafirði, og frystifarmaskipið Silver Fjord, sum lastaði frystan fisk frá goymsluni í Kollafirði.

Silver Fjord er bygt á Skála Skipamiðju í 1984, og fekk upprunaliga navnið Star Saga, og heimstað í Tórshavn. Tað var felagið Star Line, sum lat skipið byggja. 

Star Saga var systurskip til Star Viking, sum eisini varð bygt á Skála Skipasmiðju., og sum hoyrdi til sama reiðarí.

Seinastu mongu árini er Silver Fjord komin til Føroyar eftir frystum fiski, sum teir hava fraktað víða um í heiminum.

[object Object]Silver Fjord. Mynd: Kiran Jóanesarson

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder