Innanlands

Útlendsk uppsjóvarskip landa makrel á Tvøroyri

Svenska uppsjóvarskipið Polar og daska uppsjóvarskipið Rockall liggja á Tvøroyri, har skipini skulu landa

2021-10-09 10:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Polar, sum er skrásett í Svøríki skal landa 350 tons av makreli og Rockall, sum er skrásett í Danmark hevur 550 tons.

Talan er um tvey eldri uppsjóvarskip, og Rockall er ikki eitt ókent skip í føroyum, tí talan er um eitt skip, sum hevur hoyrt til Varðan í Gøtu, og havt navnið Jupiter.

Bæði skipini fara aftur á makrelveiðu tá ið liðugt er at landa.

[object Object]Rockall er ein fyrrverandi Juiter, sum hevur havt heimstað í Gøtu. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder