Útróðrarbátar sleppa at halda fram á Føroyabanka

Hámarkið á fýra dagar fyri hvønn bát verður tikið burtur tað, sum eftir er av árinum

Bankatoskur (Savnsmynd: Knút Olsen)

Bankatoskur (Savnsmynd: Knút Olsen)

2025-11-14 15:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Landsstýrismaðurin við fiskifinnumálum, Jóhan Christiansen, hevur gjørt av at broyta skipanina í fiskiskapinum hjá útróðrarbátum í bólki 5, soleiðis at hámarkið fyri fiskidagar hjá hvørjum báti verður tikið burtur.  

Hesum boðar Fiskimálaráðið frá í dag.

Bátarnir í bólki 5, sum hava loyvi at fiska á Bankanum í 2025, hava samanlagt 90 fiskidagar. Eitt hámark upp á fýra dagar er tó sett fyri hvønn bátin.

Eftir kunngerðini fyri Føroyabanka í 2025 kann landsstýrismaðurin við almennari fráboðan tó broyta ella taka burtur hámarkið, um líkindi eru fyri, at teir 90 fiskidagarnir ikki verða brúktir. 

Tølini vísa, at higartil eru brúktir 38 av teimum 90 fiskidøgunum. Nú fiskiárið fer at halla, verður ikki mett, at líkindi eru fyri, at allir fiskidagarnir hjá bátunum í bólki 5 fara at verða brúktir.

Tí hevur landsstýrismaðurin gjørt av at taka burtur hámarkið hjá hvørjum báti. Hetta ber í sær, at bátar í bólki 5, sum hava fiskiloyvi á Føroyabanka í 2025, kunnu halda fram, hóast teir hava brúkt hámarkið upp á fýra fiskidagar.

Broytingin fær gildi frá í morgin, leygardagin 15. november. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder