Tað hendir ikki stór útskifting í føroyska útróðrarflotanum. Í dag eru 60 útróðrarbátar, sum dríva vinnuligan fiskiskap, og av teimum eru heili 62 prosent eldri enn 30 ár.
Hetta vísa hagtøl frá Sjóvinnustýrinum.
Á stabbamyndini herundir sæst, at bert ein nýggjur útróðrarbátur er komin í flotan hesi seinastu fimm árini, og bert fimm nýbygningar seinastu 20 árini.
Størsti parturin av flotanum er millum 31 og 40 ár.
Tað er krav til øll før, ið ætla at fáast við vinnuligan fiskiskap, at hava siglingarloyvi frá Sjóvinnustýrinum. Fyri at fáa siglingarloyvi krevst eitt sýn, sum tryggjar, at farið er í góðum standi samsvarandi krøvunum í Fráboðan F.
- Men tað eru ikki øll vinnufør, ið verða sýnað. Tá eitt frítíðarfar hevur fiskað fyri meira enn 200.000 krónur, verður tað vinnuligt. Tá fara hesi ofta beinleiðis í bólk 5A uttan at biðja Sjóvinnustýrið um sýn. Hetta ger trygdina á sjónum verri, og vit síggja ofta, at bátar hava tørv á at verða sleipaðir til lands og annað, skrivar Sjóvinnustýrið á heimasíðu síni.
Sjóvinnustýrið fer at seta fokus á økið og gera broytingar, soleiðis at trygdin í útróðrarflotanum verður betrað, verður lagt afturat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald