2020-06-28 10:14
Seinnapartin í gjár mátti fiskiskipið Váðasteinur biðja um hjálp.
Skipið var statt uml. 30 fjóðingar úr Mykinesi, tá tað fekk maskinskaða, og mátti tað tí sleipast á land aftur.
Vaktarskipið Brimil var hjá skipinum klokkan átta í gjárkvøldið, og klokkan seks í morgun komu tey á Havnina, skrivar Kringvarpið.
Váðasteinur, ið hoyrir heima á Toftum, varð bygdur á Tórshavnar Skipasmiðju í 1977.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald