Innanlands

Væl nøgdir við skipið

Bara siglt í eina viku, men vit halda at Hav Vestlandia er í góðum standi og roynist væl

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

(Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2020-12-30 20:34 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Vit halda, at skipið er í góðum standi og roynist væl, hóast vit bara hava siglt við tí í umleið eina viku. Vit komu umborð í Póllandi 10. desember og vóru við til at gera skipið sjóklárt. Síðani lastaðu vit hveiti í Svøríki og sand í Norra, áðrenn leiðin lá á Fuglafjørð, har vit komu jólakvøld.

Tað sigur Leivur Christiansen, skipari, á Hav Vestlandiu.

- Kømrini og uppihaldsrúmini eru niðarlaga í mun til fleiri av skipunum av somu stødd, og tað gevur minni rull enn, har kømrini eru langt omanfyri vatngangin. Skipið hevur trý skott í lastini, og tað gevur okkum møguleika fyri at sigla við fýra ymiskum støddum av til dømis skervi ella við fleiri sløgum av farmi, sigur Leivur Christiansen.

Tá Hav Vestlandia er liðug at lossa í Fuglafirði, skulu teir á Sund av lossa sand. Aftaná liggur leiðin yviraftur til Norra eftir meiri sandi.

Sjómanstrúboðarin var umborð mánadagin við bókum og øðrum, sum Sjómansmissiónin letur umborð á skip, sum koma í flotan. Andakt var eisini hildin saman við manningini og signingin lýst. Aftaná vóru jólapakkarnir deildir út og latnir upp til stóra gleði fyri manningina.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder