Vænta Sjúrðarberg heima í komandi viku

Nýggjasta skipið í flotanum hjá JFK er nakað seinkað úr Cuxhaven í Týsklandi

2020-08-13 06:26 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Tað var í juni, at tað gjørdist alment, at JFK hevði keypt pólska trolaran Dorado, sum skuldi fáa navnið Sjúrðarberg.

- Skipið er nakað seinkað úr Cuxhaven, men tað er einki óvanligt ella alvorligt. Skipið verður málað, og ymiskt annað er gjørt við skipið, og tað kemur altíð okkurt óvæntað afturat, sigur Hanus Hansen reiðari.

Reiðarin sigur, at gongst sum ætla so loysir Sjúrðarberg í komandi viku, og um tað gongur heilt gott, so verður hann í Føroyum næsta vikuskiftið.

- Tað vóna vit, og tað vænti eg eisini, at vit klára. Tá Sjúrðarberg er komin, skal hann riggast til fiskiskap, og tað tekur altíð nakrar dagar, sigur Hanus Hansen, reiðari.

Sjúrðarberg er upprunaliga bygdur sum Skálafjall í 1987, og er hetta sostatt aðru ferð, at skipið verður skrásett í føroyska flotanum.

Umframt navnið Skálafjall, hevur trolarin eisini havt nøvnini Beinir, Akraberg, Polonus og Tunu. 

Skipið hevur havt navnið Doroado síðani 2009. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder