Innanlands

Vanlukka á Glyvursnes: Ein latið lív

Ein av manningini á Glyvursnesi sum liggur við bryggju í Hirtshals doyði av spreinginini í maskinrúminum, sum hendi fyrr í kvøld. Ein annar maður er illa skaddur

(Savnsmynd: Sjómansmissiónin)

(Savnsmynd: Sjómansmissiónin)

2025-01-02 23:49 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Arbeiðsvanlukkan á farmaskipinum Glyvursnesi hjá Smyril Line fyrr í kvøld tá ein spreinging hendi í maskinrúminum hevur kravt eitt mannalív, og ein persónur er komin illa til skaða.

Tað upplýsir løgreglan í Norðurjútlandi fyri TV2 í kvøld, og lagt verður afturat, at báðir menninir eru føroyingar.

Sambært Ritzau tíðindastovuni er deyði maðurin í 30'unum og maðurin, sum er komin álvarsliga til skaða, er í 40'unum.

Spreingingin hendi um 21 tíðina í kvøld,

Smyril Line segði í tíðindaskrivi fyrr í kvøld, at manningin beinanvegin fór undir at sløkkja eldin. Tríggir mans vóru í maskinrúminum tá spreingingin hendi.

Avvarandi hava fingið boðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder