
Reiðaríið Varðin í Gøtu fer at leiga eitt ára gamla skipið Gitte Henning at fiska fyri Trónd í Gøtu.
Gearið brotnaði 16. apríl í ár, og tað vísir seg at skipið skal hava nýtt gear. Hetta er ikki nakað ein bara bíleggur tí tað skal framleiðast til einstaka skipið, skrivar reiðaríið á heimasíðuni.
Tróndur í Gøtu hevur bæði sild, makrel og svartkjaft eftir at fiska, so hetta hevur verið ein smeitur fyri bæði reiðarí og manning. Reiðaríðið hevur brúkt hesa tíðina til at finna eina loysn á støðuni, um annað hóskandi skip er til leigu. Umboð fyri Varðan hava verið úti og kannað ymisk skip, sum eru hóskandi til at fiska og avreiða fyrsta floks fisk til matna. Hetta er ynski og krav frá keyparunum av vørunum, sum Varðin framleiðir.
Felagið hevur verið í sambandi við eitt reiðarí í Skagen sum eigur eitt ára gamla skipið Gitte Henning, og hevur undirskrivað avtalu um leigu av skipinum. Avtalan inniber eisini forkeypsrætt, um P/F Varðin ynskir tað.
Gitte Henning kemur til Føroya um mánaðarskiftið august/september, sigur reiðaríið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald