2020-05-13 15:31

Northwest Pelagic í Kollafirði fer at keypa uppsjóvarskipið Jupiter frá reiðarínum Varðanum í Gøtu.
Tað vátta partarnir fyri heimasíðuni jn.fo í dag.
Keypið er ikki endaliga farið ígjøgnum enn, tí enn eru smáting, sum skulu fáast uppá pláss.
Jupiter er bygdur í 1994, og kom til Føroya í 2007. Hann er góðar 74 metrar langur og smáar 14 metrar breiður.
Northwest Pelagic eigur frammanundan Norðhavið, sum fiskar útfyri Afrika, og sambært jn.fo verður skipið selt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald