
Felagið P/f Desin, sum er dóttirfelag hjá Varðanum, hevur í dag yvirtikið stóra danska uppsjóvarskipið Gitte Henning.
Skipið er keypt, og skal fiska kvoturnar fyri Tróndur í Gøtu, sum skal hava nýggj gear. Talan er um makrel, sild og svartkjaft.
- Vit hava undirskrivað sáttmálan í dag, men fyri at man skal kunna flyta føroysk fiskirættindi yvir á skipið, so mugu vit keypa Gitte Henning. Sáttmálin, sum vit hava undirskrivað er ein keypssáttmálið, sigur Dávið Jacobsen, tekniskur stjóri í Varðanum.
- Lánstreytirnar eru óvanliga harðar við teimum politisku fiskirættindunum, sum vit hava í dag, men vit mugu hava eitt skip at fiska kvoturnar fyri Tróndur í Gøtu, sum kemur at liggja til várs, og kravið frá okkara kundum er, at góðskan á veiðuni skal vera í serflokki, og tí var hetta einasti møguleikin, sigur Dávið Jacobsen.
Gitte Henning fær heimstað í Gøtu. Skipið kemur at eita Gitte Henning 1, nú skipið verður skrásett í føroyska flotanum. Hetta er eitt av nýggjastu uppsjóvarskipunum í danska flotanum, og var bygt í 2018.
Felagið hevur ikki tikið støðu til hvat verður gjørt eftir at Tróndur í Gøtu er klárur aftur til fiskiskap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald