Innanlands

Vaskið og sóttreinsið tráður og annan reiðskap áðrenn komu til Føroya

Fiskasjúkan IHN er staðfest í Danmark og Finnlandi, og tí er neyðugt við fyrivarni, so smittan ikki verður borin til Føroyar, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan

(Mynd: heilsufrøðiliga Starvsstovan)

(Mynd: heilsufrøðiliga Starvsstovan)

2021-06-07 14:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Heitt verður á øll, sum koma til Føroya at fiska, um at vaska og sóttreinsa tráður og annan reiðskap, áðrenn komið verður inn í landið. Orsøkin er, at fiskasjúkin Infectious Hematopoietic Necrosis (IHN) herfyri varð staðfest fleiri staðni í Danmark og Finnlandi, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Sjúkin er ikki staðfest í Danmark áður, og hevur mann í Danmark nú sett avmarkandi geirar um allar áir, sum hava beinleiðis samband við tey alibrúkini, sum eru smittað. Umframt tað eru gjørdar serstakar reglur fyri stuttleikafiskarar har um leiðir.

IHN er ein ógviliga álvarsom virussjúka, som fyrst og fremst smittar laksasløg. Millum teirra eru síl og atlantiskur laksur árínilig.

Sjúkan er ongantíð staðfest í Føroyum, men av tí at laksur verður aldur í Føroyum, og vill síl eru í Føroyum, er neyðugt við fyrivarni, so at smittan ikki verður borin til Føroyar.

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur eftirlit í sambandi við, at livandi fiskur og rogn verða innflutt til Føroya. Í løtuni er eingin innflutningur av sílum og/ella sílarognum, og tí skuldi eingin vandi verið fyri, at smitta verður borin inn á okkum. Tann størsti vandin fyri, at smittan verður borin til Føroya, er tí reiðskapur, sum lættliga kann verða fluttur millum lond, m.a. tráður, gummistivlar o.tíl. Verða tráður og annar reiðskapur vaskað og sóttreinsað, áðrenn ferðafólk koma til Føroya at fiska, ber til at forða fyri, at smittan kemur til Føroya, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.

Meira kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder