Innanlands

Væntandi í Skagen í morgin

Skrokkurin hjá Høgabergi nærkast Oyrasundi

(Mynd: Karstensens Skibsværft)

(Mynd: Karstensens Skibsværft)

2024-03-29 11:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Framherji letur nýtt uppsjóvarskip byggja hjá Karstensens skipasmiðjuni, og í morgin kemur skrokkurin til Skagen, har skipið skal gerast liðugt.

Tað er sleiparin Serval sum sleipar skrokkin hjá nýggja Høgaberg úr Gdansk í Póllandi til Skagen í Danmark.

[object Object](Mynd: Karstensens Skibsværft)

Langa fríggjadag fyrrapart eru sleiparin og skrokkurin staddur út fyri Trelleborg í Svøríki og fer at nærkast Oyrasundi.

Væntandi verður Serval í Skagen við nýggja Høgabergi um middagsleitið leygardagin.

Nýggi Høgaberg er 88 metrar langur og 17,5 metrar breiður. Hann fer at lasta 3400 tons. Høgaberg er systurskip Finnur Fríða, sum verður latin Varðanum í summar.

Sí eisini: Video: Tók fleiri dagar at sjóseta Høgaberg

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder