Innanlands

Vestmenningur komin inn við svartkjafti

Vestmenningur er komin inn við 1.100 tonsum av svartkjafti

Vestmenningur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

Vestmenningur (Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2025-02-18 22:56 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Uppsjóvarskipið Vestmenningur er komið á Fuglafjørð, har skipið skal landa svartkjaft.

Vestmenningur hevur roynt eftir svartkjafti í føroyskum sjógvi, og fiskiskapurin hevur verið góður.

Veiðan, 1.100 tons, skal landast til Havsbrún í morgin.

Hjá Havsbrún verður svartkjafturin framleiddur til mjøl og lýsi, og síðani til fóður. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder