2024-06-27 17:53
Vesturbúgvin er komin á Miðvág, har skipið skal landa umleið 170 tons av gulllaksi.
Vesturbúgvin hevur verið á gulllaksaveiðu sunnanfyri Føroyar, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.
Eins og við flestu gulllaksa lastunum, sum verða landaðar hesa tíðina, so verður øll veiðan koyrd til Leirvíkar, har Tavan skal virka fiskin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald