Innanlands

Vesturhavið fiskað kvotuna

Vesturhavið er eitt av línuskipinum, sum hava fiskað í Eysturgrønlandi

Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Savnsmynd: Føroyska Sjómansmissiónin

2018-06-20 11:42 Author image
Kiran Jóanesarson
placeholder

Línuskipið Vesturhavið kom aftur til Føroyar mánakvøldið, og veiðan varð landað á Toftum.

Vesutrhavið hevur roynt í Eysturgrønlandi, og fiskiskapurin hevur verið hampiligur.

- Teir hava fiskað í 10 dagar, og fingu 150.000 pund, harav meginparturin av veiðuni var toskur, upplýsir Háldan Haldansen, reiðari.

Reiðarin leggur at aftrat, at summir dagar vóru betri enn aðrir, men samanumtikið var talan um hampuligan fiskiskap.

Vesturhavið fer væntandi aftur til fiskiskap seinni í vikuni, og tá verður fiskað undir Føroyum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder