2024-04-02 23:36
Trolarin Vesturvarði, úr Sørvági, er í kvøld sleipaður á Klaksvík.
Vesturvarði var til fiskiskap undir Føroyum, tá ið teir máttu biða um hjálp at sleipast til lands.
Brimil fór á fiskileið eftir Vesturvarða, og var á Klaksvík um 23 tíðina í kvøld.
Júst hvat er galið við Vesturvarða vita vit ikki.
Mynd: fishfacts.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald