2022-08-18 16:20
Ein stór løta hjá manningini á Akrabergi seinnapartin. Fyri einum tíma síðani hittust Akraberg og Christian í Grótinum norðanfyri Føroyar.
Hetta eru bæði tey nýggjastu skipini í føroyska flotanum, og eru bæði handaði reiðaríunum fyrr í ár.
Akraberg varð handaður og doyptur í Brattvåg í Noreg um mánaðarskiftið juni/juli, og fór beinleiðis til fiskiskap. Nú skipið kemur til Føroya á fyrsta sinni verður skipað fyri móttøku í Fuglafirði.
Hetta skuldi vera klokkan 16, men Akraberg er nakað seinkaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald