Innanlands

Video: Eldur umborð á gamla Aðalsteinn Jónsson II

Manningin er bjargað, og skip og bjargingarfeløg eru á staðnum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-01-21 09:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í morgun kom eldur í pelagiska trolaran, Enigma Astralis (fyrrverandi Aðalsteinn Jónsson II og M. Ytterstad). Manningin er bjargað. Skip og bjargingarfeløg eru á staðnum.

Hanus Samró, Fishfacts, fekk í morgun sjónbandið omanfyri frá russiskum skipara.

Skipið varð bygt á norsku skipasmiðjuni Mylebust Mek. Verksted í 2001, og fekk navnið M. Ytterstad. Tað var selt til Eskja í Eskjafirði í 2006, og fekk seinni navnið Aðalsteinn Jónsson II. Arctic Prime Fisheries í Grønlandi keypti skipið í 2017, og var tað seinni selt til Russlands.

Teir eru staddir í Okhotsk havinum, 130 kilometrar úr býnum Magadan eystanfyri Russland.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder